Gestabók
Her kunnu tit gera viðmerkingar til heimasíðuna. Koma við atfinningum og góðum ráðum. Eisini ber til at senda mynd við.
Skrevet af randi, d. 26. jan, 2008
Hvat munnu fólk halda um teg, Grani?
Jú, fittur ert tú... men nýggi Sheff og Nólsoy
ARE BETTER!!!

Nýggi Sheff
-----------

Meg minnist, tá tey høvdu hann við heim
við vónum um at lætta sína neyð.
Hon læt hann í hins gamla reyðu reim,
men hann át undanmansins kurv sum breyð.

Um morgunin tímdi hann ikki oman til Rituna.
Neyvan sat við træið í frið og ró,
og fór ongantíð kvøldtúr úti á Klivum,
líkamikið hvussu Høgni stóð og dróg.

Ja, viðhvørt aktaði Sheff sera illa
(men tað var nú helst King sum lokkaði við).
Hin gamli Sheff var ongantíð so villur!
Fann ikki upp á at leypa á Spotty.

Stakk ikki av at stjæla bein og fríggja.
Stóð ikki uttanfyri hjá øðrum og hvein.
Hin gamli Sheff er ikki í tí nýggja,
og nýggi Sheff hevur løgin, long bein.

Men í posthúsinum kunnu tit sjá
at nýggi Sheff kann halda gamlan sið,
tí her svevur hann mátmóðrini hjá
á postsekkjunum undir hennar lið.



Hjemmeside: www.randiward.com
Skrevet af Lina, d. 15. dec, 2007
hey Òli, hetta er ein fín heimasíða, nu eg enduliga havi funni hana, hehe. Eg og Sigrun Helga mugu koma ut at vitja svínoy onkuntí, og fáa okkum ein kaffe mun frá tær. Góða eydnu við heimasíðuni frammyvur. Eg fari at hyggja inn av og á, og vita um nakað nýtt er komi:) síggjast


E-mail:
Skrevet af Jógvan, d. 20. nov, 2007
Gott tiltak, Óli. Hvør skuldi trúð, at vermóðir bleiv filmstjørna á alnótini?


E-mail:
Skrevet af Sigga og Viggo, d. 7. okt, 2007
Góð heimasíða við nógvum góðum myndum úr Svinoy. Vit gleða okkum at koma skjótt út aftur til Svínoyar.


E-mail:
Skrevet af Mia á Lábøð, d. 30. sep, 2007
Hey
Mær dámar serliga væl myndirnar av hundunum í oynni. Tað fær meg at gleða meg til at koma út aftur. Eg skjóti upp at tit seta eina mynd í av Django við tí nýggju frisyruni.


Skrevet af Jóhanna Danielsen, d. 26. sep, 2007
Hey Óli!
Ótrúðliga flottar myndir, gleða okkum at fylgja við framyvir.


E-mail:
Skrevet af Anna Jórun, d. 24. sep, 2007
Hej Óli. Hetta er ein heimasíða, ið vit fara at fylgja við, við spenningi. Myndirnar eru sera flottar. Rokni við at Grani er stoltur av at verða uppkallaður(tað hevði ongin rokna við). Halt aframm við at leggja myndir út,av vakrasta staðið í verðini.


E-mail:
Skrevet af Sunnva, Hiromasa og Petur Takamasa, d. 24. sep, 2007
Ogvuliga godar myndir ur Svinoy. Fin heimasida, sum vit ofta fara at vitja. Gott hevdi verid at saed fleiri svidnoyingar!


E-mail:
Skrevet af Helga og Bjarni, d. 24. sep, 2007
Tillukku við síðuni. Flottar myndir.Tað verður spennandi við framhaldinum. Tú kannst fara inn á foroyar.net, har eru myndir sum tú kennist við.


E-mail:
Skrevet af Django, d. 23. sep, 2007
Hey Óli!
Eg haldi at tú skalt leggja fleiri myndir av Grana út á heimasíðuna.


E-mail:

Nyeste kommentarer

06.12 | 20:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

07.12 | 09:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

06.12 | 20:56

So satt, so satt íð tú skrivar

03.12 | 12:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.