Ymiskar hugleiðingar
Her er ætlanin at hava ymiskt skrivligt tilfar og møguliga leggja ymiskt afturat sum frá líður.


Eitt sindur um Svínoynna.

 

Svínoy er ein gomul bygd. Hon er nevnd í Føroyingasøgu sum verandi høvdingasæti hjá Svínoyarbjarna, og hevur hetta verið í seinna helmingi av 10. øld og tey fyrstu árini eftir ár 1000 – Tað vil siga tey fyrstu árini í 11. øld. Eyðsæð er tó, at fólk kunnu hava búsett seg í oynni væl undan hesari tíð. Føroyingasøga sigur at kalla einki um, nær tey ymisku plássini í Føroyum verða búsett, men nevnir bert, at Grímur Kamban var fyrsti maður, ið búsettist í Føroyum. Sum eg lesi Føroyingasøgu, fái eg ta fatan, at Føroyar hava verið búsettar eina tíð- kanska í nøkur ættarlið – áðrenn høvuðshendingarnar í søguni taka seg upp. Føroyingasøga snýr seg í stóran mun um lív Gøtutróndar og endar eisini við deyða hansara. Hildið verður, at Tróndur doyr í árinum 1035 sum ein gamal maður. Summar keldur vilja vera við, at Tróndur varð føddur í 945, og var hann sostatt 90 ár, tá hann doyði. Vit vita, at Svínoyarbjarni verður nevndur sum móðurbróðir hansara, so hugsast kann, at hann hevur verið nøkur ár eldri, kanska eini 20- 25 ár. Tað vil so aftur siga, at Bjarni varð føddur uml. ár 925 ella fyrr. Nú loyvi eg mær at halda, at Bjarni, sum so mangir aðrir eftir hann, hevur spælt í fjøruni og bønum í Svínoy sum smádrongur. Faðir hansara hevur kanska eisini verið høvdingur í oynni, og Bjarni hevur so tikið við eftir hann. Hetta nevnir Føroyingasøga tó einki um, men fyri tað er tað als ikki óhugsandi. Fólk kunnu tí hava búð í Svínoy, væl áðrenn Bjarni varð føddur, og nú er 9. øld ikki langt burtur. Um vit tí siga, at fólk hevur búð í Svínoy um ár 900, so er tað ikki ógrundað, tí hóast hetta eru tankar, ið ikki beinleiðis kunnu prógvast at vera sannir, so eru teir tó ikki tiknir úr leysum lofti.

   Tað verður jú eisini mangan nevnt, at mangir mætir høvdingar rýmdu úr Noregi vestur í hav á døgum Haralds Hárfagra, tá hann savnaði Noregi í eitt ríki. Hetta var longu í árinum 872, so tað er als ikki óhugsandi, at fólk longu tá hava búsett seg í Svínoy.

   Tað er tí áhugavert at hugsa sær, at fólk kanska hevur verið í Svínoy um somu tíð, sum Gongurólvur gjørdi um seg í Fraklandi, har hann gjørdist hertogi av Normandínum í 911 við sæti í Rouen. Gongurólvur doyr í 932, og um ta tíðina hevur so Svínoyarbjarni spælt sum smádrongur í bønum og haganum í Svínoy.

 

Svínoyggin er eisini nevnd í tí sokallaða Hundabrævinum, og var har tá loyvt at hava 2 hundar um meg minnist meg rætt.

 

Í søgnini um floksmenninar verður Svínoyggin eisini nevnd. Floksmenn vóru fýra fugloyingar ið ætlaðu at leggja undir seg allar Føroyar, men tað varð ikki gótikið av øvrigheitini, sum sendi stóra manning eftir teimum at taka teir. Frammanundan høvdu Floksmenn fingið at vita frá kunoyingum, at tann kirkjan í Føroyum, ið seinast var vígd, var Svínoyar kirkja, og kundu teir tí sita tryggir har fyri øvrigheitini. Tá lógarinnar langi armur so við nógvum fólki fer eftir floksmonnum, flýggja teir til Svínoyar. Tað verður til bardaga millum føroyaherin og floksmenn, og hóast floksmenn standa seg væl í bardaganum, so noyðast teir at halda undan og flýggja inn í kirkjuna, tí har halda teir seg vera tryggar fyri øvrigheitini. Teir leggja vápnini frá sær í kirkjudurinum og fara innar, men øvrigheitin fer beint aftaná og tekur teir á hondum, tí kirkjan var so nýggj, at hon enn ikki var vorðin vígd. Kunoyingar høvdu sostatt logið fyri floksmonnum. Teir vórðu síðan førdir suður í Skálabotn og stoyttir oman av Valaknúkum.

   Tað er kanska ilt at meta um, nær í tíðini floksmenn vóru uppi á døgum, men søgukøn vilja vera við, at tað hevur verið umleið ár 1400.

 

Á hesari myndini er Dragin í baksýni. Kirkjan sæst her standa oman fyri bygdina, og hildið verður, at allar tær gomlu kirkjurnar í Svínoy hava staðið at kalla á sama stað. Hendan kirkjan varð vígd í 1879, men tann kirkjan, ið var nýbygd og sum ikki var vígd, tá Floksmenninir vórðu tiknir, hevur verið á nøkulunda sama stað sum hendan. Hildið verður, at Svínoyarbjarni møguliga hevur havt hov her, men lat so kirkju byggja á staðnum, tá hann hevði tikið við kristnari trúgv.

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 20:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

07.12 | 09:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

06.12 | 20:56

So satt, so satt íð tú skrivar

03.12 | 12:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.