Hvøllur var lúðurin

Hvøllur var lúðurin

 

 

Tað rennur ein á fyri handan garð,

í ánni er erji og síl –

eg sá teg ein dag fyri handan á,

títt hár og títt smædna smíl.

                                   Regin Dahl    

 

 

Tað var ikki sørt, at spenningurin øktist, so hvørt sum vit nærkaðust staðnum. Bussurin við okkum føroyingum úr dansifelagnum Tøkum Lætt fann sær veg millum tættbygd hús og koyrdi eftir smølum gøtum, meðan vit sótu og slotaðu eftir onkrum, ið kundi geva okkum eina ábending um, at vit vóru á rættari leið. Vit vistu, at hetta stað lá sunnan fyri franska markið, eitt hanagleiv inni í Spaniulandi, men nær fóru vit um markið?  Meðan eg siti í bussinum mest sum í øðrum heimi og eygleiði neyt og seyð á biti og síggi franskt bygdarlív fara framvið, hoyri eg tutlan í bussinum um, at nú eru vit í Spanien. Vit eru farin um  markið. Onkur hevði sæð eitt merki, ið boðaði frá hesum.

   Nú nærkaðist av álvara, men hetta stað í Pýruneunum er 1000 metrar hægri enn sjóvarmálin, so bussurin mátti enn lyfta seg upp gjøgnum skógvaksnar fjallalíðir, har vegurin buktaði seg í krøppum svingum millum runnar og trø, ið stóðu so reyst við vegjaðaran og eygleiddu okkum, ið vóru komin alla hesa longu leið norðan úr Atlantshavi fyri at vitja eina stund á hesum – fyri okkum- so søguljómandi stað.

 

Meðan bussurin varisliga lyftir seg hægri og hægri upp móti hesum staði, er tað sum eitt fjart dun av vaksandi sjóvarilsku er farið at leika í huga mínum. Tað er sum gerst tað sterkari og harðari, so hvørt sum vit nærkast staðnum. Samstundis myndast í huganum farvegurin av grýtutum skørðum og dimmlittum fjallatindum, sum daga móti skýklæddum himni. Tað er illveður í luftini, og vaksandi stormur er í ferð við at leggja ein froða av skúmi á tær alsamt vaksandi aldurnar, ið nú eru farnar at bróta móti gjarvaksnum klettum og urðargróti.

   Landslagið undir fjøllunum gerst nú sjónligari í huganum. Har fer áin rennandi oman gjøgnum báðar botnarnar. Fer so oman gjøgnum gilið og heldur síðani leiðina fram gjøgnum bø og teigalendi, til hon kemur at urðargrótinum, smoykir sær millum steinarnar og rennur út á sjógvin.

  “Nú skal lata brúnna byggja yvir ánna í dal...”

 

Tað er, sum hoyri eg gjøgnum sjóvardun og øtlandi storm eitt endurljóð frá farnum tíðum. Eitt endurljóð frá avgomlum tíðum og hendingum langt, langt burturi. Tó, samstundis er tað, sum hetta sama endurljóð er frá barnaárunum og heimbygdini. Tað var jú har, ið søgan myndaðist fyri eygunum. Tað var jú har, eg hoyrdi søguna fortalda, og tað var jú har, eg lærdi heimin at kenna. Har spældi eg í morgunroðanum og sá tindarnar rodna. Har sá eg á vetri brimið í veldigari øði herja á klettin, buldrandi og brúsandi, men har sá eg eisini á sumri sólina klæða tindar og skørð í skreytbúna, og bøur og hagi sungu fyri mær teir fagrastu sangir og sálmar, og – har hoyrdi eg søguna fortalda.

   Nú fara teir ríðandi yvir um ánna. Fremstur er Rólant – hann reystastur er av dreingjum..- og  síðani hinir ellivu tólvjavningarnir aftaná. Har fara teir eftir boðum keisarans at byggja brúnna yvir ánna í dal. Eg síggi hann fyri mær, keisaran, har hann situr í hásæti sínum, glæstur í gulli, til borðs við monnum sínum og gevur boðini: “Nú skal lata brúnna byggja....”, og so fara teir, tólvjavningarnir, avstað. Eg síggi teir fyri mær hinumegin áarbakkan, har teir gera seg til at fremja boð keisarans, men verk teirra dylist ikki. Tað frættist frá ferðum teirra. Tíðindini um, at tólvjavningarnir eru farnir at byggja brúgv um ánna í dal ferðast bæði víða og snarpt. Tað var reysti Angelund kongur, tá ið hann frætti tað; hann beyð út so miklan her...

   Eg steðgi á eina løtu og hugsi ikki tankan at enda, hóast eg væl kenni seinastu regluna í hesum ørindi. Havi so mangar ferðir áður havt hetta kvæðið á munni, men løtan í dag er serstøk. Tað ræður um at stíga varliga; ikki órógva nakað, nú vit brátt við eygum skulu skoða  tað stað, ið vit í huganum hava myndað okkum so leingi.

   Eg hyggi rundan um  meg í bussinum eina løtu. Har sita mínir felagar úr Tøkum Lætt á teimum polstraðu setrunum og skimast eins og eg. Tey flestu sita friðarlig og slota, meðan tey hyggja gjøgnum rútin, onkur hálvdúrar og hvílir høvdið móti nakkapútuni, og á onkrum setri longri frammi í bussinum hoyri eg lágmælt konufólkaprát uttan tó at skilja, hvat tær tosa um. Alt er júst so, sum tað skal vera. Ein friðarlig samansjóving av ymiskum fólkum við ymiskari bakgrund og ymiskari tráan, men kortini er tað hesa løtuna ein bólkur av menniskjum við felags stevnu – at vitja á einum søguljómandi stað uppi  millum fjalla í Pýrunéunum.

  Nú man tað skjótt fara at verða, at bussurin kemur á staðið, men framvegis koyra vit fram við trøum og runnum, so ikki kann sigast annað enn, at landslagið her er øðrvísi enn har heima í Føroyum. Onkuntíð er eitt glopp at síggja millum trøini, og tá sæst týðiliga, at mestsum øll fjallalíðin undir okkum er  ein grønur skógarvøkstur. Vegurin er smalur, so stundum toyggja greinarnar frá trøunum seg heilt at bussinum, so bløðini nerta við rútin. Á einum stað síggi eg nøkur fólk  á súkklu. Tey eru ávegis omaneftir. Eg hugsi við mær sjálvum, hvat hesi fólk munnu halda um okkum, ið koma hesa leið eftir hesum smala vegi við einum stórum bussi, men tað tykist tó ikki, sum tey taka sær stórvegis tikni av tí. Tey fara av vegnum, tá bussurin fer fram við teimum, og halda so leiðina fram.

  Eg lati eyguni hvíla eina løtu og blundi. Tað kann vera svøvnligt at sita leingi í bussi, men hóast tyngd er komin á meg, so sovi eg ikki. Tað er sum dunið frá briminum har heima ikki vil fara heilt frá mær. Undarligt kanska, at tað er illveður og brim, ið gera vart við seg í huga mínum, nú vit nærkast hesum staði, tí sanniliga kundi sólin skína, og sjógvurin vera spegilsblankur og durva í kyrru, meðan søgan um Rólant og tólvjavningarnar myndaðist mær fyri eygum har heima. Kortini er tað sum henda sjóvarilska onkursvegna er eitt undirspæl til hesar hendingar, sum - eins og tónleikurin í einum filmi - byggir upp ein spenning og eina væntan til tað, ið fer at henda.

   “Komu nú allir dalar fullir, fjøllini sum grót. Sóu so mangan heidningan at ríða sær ímót.”

 

Nú fylkist alt á fjøllunum. Oman av Skúvaskarði og oman av Middegi og allan vegin líka norður móti Havnartindi sæst nú herurin koma. Allir eru teir á hestbaki og vápnaðir til tenninar. Olivar jallur og Rólant eru á vegnum við áarbakkan, tá teir síggja henda øgiliga her, ið Angelund kongur hevur sent móti teimum. “...Rólant, blás í lúður tín og vita hvussu fer”, hoyri eg Olivar jall siga, men Rólant vil ikki órógva Keisaran, tá herurin ikki er størri enn so, at hann og hinir tólvjavningarnir fáa bast honum, og løtu seinni hoyrist glintanin av vápnagnýi. Rólant hevur Dýrindal á lofti og vegur heidningar - hundrað um í senn.

   Eg síggi, hvussu orrustan leikar á í kinnini við ánna har heima. Hoyri brimdunið blandast við orrustuglintanina og síggi víkina hvíta í skúmi í baksýni. Sum ein málningur stendur landslagið frá heimbygdini myndað í huganum og er leikpallur fyri hesum øgiliga bardaga, har Rólant og hinir tólvjavningarnir berjast við heidnamannaherin.  Harður er bardagin, men hóast herurin at byrja við er stórur og øgiligur, tynnist skjótt út millum heidningarnar, tá Rólant beinir fyri hundrað monnum í hvørjari sipu.

 

Eingin kom aftur av øllum teim, heidna manna her, uttan jallin av upplondum, sak var hann ei verð.

 

Honum var hjálmur av høvdi skorin, høvdu tað menn við orði, átjan hevði hann ólívssár, hann stóð fyri kongsins borði. 

 

Liðið alt er fallið, og jallurin av Upplondum kærir sína neyð fyri Angelund kongi, tí ikki hevur alt tað stóra lið av hermonnum fingið lívið av Rólant jalli. Angelund kongur er als ikki nøgdur við hesi tíðindi og sendir út annan her móti Rólanti og tólvjavningunum øllum. Veldigan og øgiligan her – “Tað skulu ikki fjøllini síggjast, ei himmal í nakra ætt”.

 

Aftur fylkjast herlið á fjøllunum har heima. Hvør steinur,  hvør túgva, hvør tindur er fjaldur av hermonnum, ið sendir eru út at taka lívið av Rólant jalli, men ikki gongst hesum heri stórt mætari enn tí fyrra. Rólant reiggjar Dýrindal nakrar ferðir, so noyðast teir, ið eftir eru av heidningunum, at taka til beins.

 

Nú annar herurin, ið sendir er av Angelund kongi, má lúta fyri Rólanti og hinum tólvjavningunum, fer eitt lítið sús gjøgnin kroppin. Ein lítil nøtran, sum samstundis er ein samanrenning av øktum spenningi. Triðju ferð, hvussu verður tá?  Eg kenni jú søguna og veit, at nú nærkast hæddarpunktið í kvæðinum. Brimdunið harðnar og brotini gerast størri. Og hvussu verður, tá vit koma á staðið? Tað veruliga staðið, har alt byrjaði? Enn er bussurin ikki steðgaður á hesum stað, sum er mál okkara í dag, men nú kann tað einans vera fáir minuttir, til vit eru har. Sum vit alsamt nærkast, hugsi eg við mær sjálvum: “Hvussu man har síggja út?” Tað er væl natúrligt at hugsa so, og eg vil halda, at tey flestu, ið eru við mær á ferðini, hugsa tað sama. Hvussu man har síggja út?

   Sjálvur geri eg mær tó ongar tankar um, at tað líkist tí heimliga umhvørvinum. Heldur ikki vænti eg, at tær hugmyndir, eg onkursvegna havi av hesum skarði í Pýruneunum, eru júst so, sum tað veruliga staðið. Tað er heldur ikki tað, ið hevur størsta týdning fyri meg, men heldur hetta, at nú nærkast vit tí staði, har øll hendan søgan byrjaði. Henda søga, ið bergtók sinnið longu frá fyrstu stund. Ja, tað er kanska ikki heilt av leið at siga, at tað var longu frá fyrsta lúrðaljóði.

 

Hornið setti hann á sín munn, tá blæs hann so harðan...

 

Hin triði og størsti herurin við sjálvum Angelund kongi á odda er nú á veg oman móti ánni, har tóljavningarnir halda til. Hesin herur man tykjast ógvusligari enn hinir báðir fyrru, tí nú síggi eg Rólant taka lúðurin í hond, seta hann fyri munnin og blása.

   Er tað nakað, sum fram um alt annað í søguni um Rólant og tólvjavningarnar, hugtók mítt dreingjasinni, so var tað hetta, hvussu ófatiliga hart Rólant kundi blása í lúðurin. Eg sá, hvussu bøgarðarnir rapaðu runt alla bygdina. Hvussu portrini klamsaðu upp og aftur, og eg sá drykkirnar spillast niður á borðið hjá keisaranum, har hann sat í einum húsum heima í bygdini saman við monnum sínum, sum allir máttu halda hvør um annan fyri ikki at snáva á fótum. Eg minnist, hvussu eg ilskaðist inn á vonda Gýðin jall, sum talaði keisaranum frá at fara Rólanti til hjálpar, hóast Rólant hevði blást í lúðurin, tí hann skuldi einans skemta sær við honum, har hann sat á hesti. Heilar tríggjar reisur varð Rólant noyddur at seta hornið fyri munnin, áðrenn Keisarin tók boðini í álvara, men tá var orrustan avhæsað. Ógvuslig og øgilig hevði hon verið, og mangir vóru teir heidningar, ið latið høvdu lív í bardaganum. Í bønum lógu Dosmar Spaki og Langalív, og í einari veit eitt sindur heiman fyri ánna lá kongurin Grandanus í tógva lutum. Men eisini tólvjavningarnir vóru allir deyðir. Rólant doyr sum tann seinasti av teimum, tá hann blæsur triðju ferð í lúðurin. Eg síggi hann situr har við ein stein í bønum  oman fyri urðina við Óluvant horni og svørðinum Dýrindal í hond.

  

Minnisvarðin yvir Rólant.

Eg havi nú sitið mest sum burtur í øðrum heimi, meðan hesar hendingar enn einaferð eru vorðnar myndaðar í huga mínum, men nú hoyri eg onkran siga, at vit eru komin á staðið. Eg hyggi út og síggi, at bussurin nú koyrir inn á eitt parkeringspláss, og løtu seinni stendur hann stillur. Jú sanniliga, nú eru vit her. Nú eru vit á hesum staði, har øll hendan søgan byrjaði. Mínir felagar úr Tøkum Lætt reisast nú allir og gera seg til at fara úr bussinum. Eg reisist eisini, og varisliga seti eg fótin á asfaltið uttanfyri. Eg skimist eitt sindur rundan um meg og síggi brátt, at á einari hædd tætt hjá er reistur ein minnisvarði. Hann dagar móti himni í hesum góða veðrinum,  vit kunnu njóta hesa løtuna, og øll seta vit miðvís kós niðan móti hesum varða. Komin til varðan lesi eg tað, sum á honum stendur. Ikki er tað tann nógvi teksturin, ið ritaður er á hendan minnisstein, einans tvey árstøl og eitt navn. Í erva stendur ROLDAN við stórum stavum, og í neðra standa árstølini 778 og 1967. Tað fyrra árstalið vísir til árið, tá bardagin var, og tað seinna helst til árið, tá minnisvarðin varð reistur. Sum eg standi har við varðan gerst tað mær heilt greitt, at nú eri eg har, ið øll søgan byrjaði. Nú eri eg í Runsival. Tí veruliga Runsival. Óskiljandi, men kortini ein veruleiki. Eg havi við vilja ikki tikið hetta orð “Runsival” upp á tunguna, meðan tankarnir hava sveimað íkring um farna tíð og fornar hendingar, men nú eg eri her, sleppi eg øllum bondum. Innan í mær er tað sum hoyri eg støðugt eina rødd siga við meg: “Nú ert tú í Runsival. Hevur tú fatað hetta? Tú ert ikki í tíni heimbygd nú, men í Runsival her í Pýruneunum, sunnan fyri franska markið, eitt hanagleiv inni í Spanien”.

 

Eg gangi mær eitt sindur burtur frá hinum og leiti mær inn millum nakrar runnar og nøkur trø einar hundrað – tveyhundrað metrar frá minnisvarðanum. Nei, her sær ikki líka út, sum har heima, so langt ífrá, men tað ger minni. Eg hevði heldur ikki roknað við øðrum enn, at tað sá øðrvísi út. Kortini er tað fyri mær sum hetta stað í Pýruneunum og áin har heima, urðin og víkin og bøurin fram við ánni á ósjónligan hátt eru knýtt saman hvørt við øðrum. Fram við ánni har heima havi eg so mangan túrin spákað mær, bæði sum vaksin og sum smádrongur. Tá eg í lívsins morgunroða gekk mær fram við ánni og hugdi eftir sílum, tyktist mær áin at vera so langt burtur frá sjálvari bygdini. Tá kendi eg meg veruliga at vera burtur í óbygdum. Sum eg gjørdist eldri, so sýndist áin ikki longur at vera so langt burturi.  Hinumegin ánna vóru stórar víddir, sum eg eisini lærdi at kenna og gerast góður við. Áin og bøurin fram við ánni gjørdust tó í huga mínum leikpallurin í hesari søguni, har Rólant og tólvjavningarnir stóðu í hørðum bardaga við heidningarnar. Tað var mítt heimliga Runsival.

   Tað veruliga Runsival, har bardagin var á sinni, kundi eg einans droyma um. Tað var eitt skarð í Pýruneunum, varð mær fortalt. Tað tyktist fyri mær at vera so langt, so langt – so ófatiliga langt burturi. Langt úti í verðini, hinumegin brim og Atlantshav.

   Men, sum Hans Andrias Djurhuus tekur til í einum jólasangi, “..ár tey eru runnin”, og eftirhondini eru mong ár runnin, síðan eg fyrstu ferð hoyrdi søguna um Rólant og tólvjavningarnar, og nú var eg í Runsival, tí staðnum, har bardagin veruliga fór fram fyri nógvum, nógvum øldum síðani.

 

 Sum eg siti har millum nøkur trø í Runsival, hómi eg tó framvegis í huganum heimbygdina. Tað er nú snimma á morgni, og tað degnast í eystri: Árla var um morgunin, sól tók fagurt at skína, sóust tá tvinni átjanhundrað stíga í saðil dýra.

   Nú saðla teir hestarnar har heima í túninum. Keisarin ger seg til við monnum sínum at ríða í Runsival. Harðliga ríður herurin hjá Karlamagnusi keisara fram móti heidningunum fyri at hevna tann skaða, ið honum var voldur, nú tólvjavningarnir máttu lata lív í orrustuni. Eg síggi, hann ríður fram við ánni har heima og vegur heidningar til báðar síður. Flaggberarin Olgar Danski er við honum í bardaganum og høggur til av grimd. Keisarin er harmur og biðjur Gud um, at sólin má standa still og dagurin ikki líða, so hann fær stundir til at hevna deyða Rólants og tólvjavninganna. Og bøn hansara verður hoyrd. “...sólin stóð í tríggjar øktir, ikki dagurin leið.”

 

Keisarin ríður í Runsival við sínum skeggi hvíta, tað var eingin av heidningum mót honum tordi líta.

   Keisarin steðgar nú bara eina stutta stund á við ánna har heima og heldur síðani leiðina fram. Sum á ósjónligum veingjum verður hann borin yvir Atlantshav og sæst nú koma ríðandi við heri sínum niðan gjøgnum fjallalíðina í Runsival. Ein øgilig orrusta stendur eina stund á skarðinum, men so er kvirt. Karlamagnus hevur nú hevnt deyða Rólants og tólvjavninganna og er nú komin fram at steininum, har Rólant situr deyður við Dýrindal í hond.

   Hesa løtu verða hesin minnisvarði í Pýruneunum og eitt ávíst stað í bønum har í heimbygdini í Føroyum knýtt saman við ósjónligum bondum. Eg síggi fyri mær staðið, har eg so mangan í huganum havi sæð Rólant blása í lúðurin fyri triðju ferð, áðrenn hann doyr, og eg síggi steinin, ið reistur er honum til minnis í Runsival her í Pýruneunum. Kanska var tað har, hann veruliga doyði.

    Keisarin er sorgarbundin. Nú Rólant er deyður, heldur hann ikki, at nakar  longur er  verdur at bera svørðið Dýrindal og hornið Óluvant. Hann tekur tí hesar lutir og varpar teir líka av skarðinum í Pýruneunum og alla ta longu leið út í brimið á víkini har heima.

 

Orrustan í Runsival er av, og nú standi eg eina løtu og skoði fjøllini har um leiðir. Einastaðni hinumegin fjøllini, langt har úti, er Atlantshav. Og har, langt úti í Atlantshavi, eru Føroyar, og meðan eg nú spáki aftur til mínar felagar úr Tøkum Lætt, hugsi eg við mær sjálvum, at tað er nú sjáldsamt at mær skuldi unnast at dvølja eina stund á hesum stað, ið líka síðani barnaárini hevur verið ein  partur av hugmyndan míni um forna tíð og fornar kappar. Her var tað hin mikli bardagi leikaði á millum tólvjavningarnar og heidningaherin, og her var tað, at Rólant setti hornið fyri munnin og blásti, so bøgarðarnir har í heimbygdini í Føroyum rapaðu og portadyrnar klamsaðu upp og aftur. Tað eru nú nógvar, nógvar øldir síðani, men hvøllur man lúðurin hava verið, tí ikki bara hoyrdist hann tíggju mílir og tuttugu út í Frans, men lúðraljóðið varð borið á bylgjum yvir Atlantshav og hevur í øldir ljóðað millum føroyingar. Eisini í eini lítlari bygd á útoyggj.

 

Vit setast nú øll aftur í bussin, og eftir at hava vitjað eina løtu í einari lítlari bygd tætt við Runsival, har eg millum annað havi ognað mær ein minnislut frá ferðini, eitt modell av minnissteininum yvir Rólant, eru vit aftur ávegis til Pou, tað er býurin í Fraklandi, har vit hava búð hesar dagar, vit hava verið í Pýruneunum.

   Nú vit koyra heim aftur til hotellið, eru brimdunið og sjóvarilskan har heima tagnað. Tað er nú kvirt við strendurnar, sólin setur sín roða á tindarnar, og  í bønum fram við ánni  fer ein lítil drongur gangandi. Veitirnar standa allar fullar av sóljukoppum, og fyri hvørt fet hann stígur glógva eyguni, tí alt har um leiðir er so fult av inniligum sangi og ljóma. Har smoyggir sær sílið inn undir áarbakkan. Har hoyrist másin syngja “pli, pli, pli”, og mín sann, hin skortlitta kúgvin við garðaliðið, hon er eisini har.

  Alt er ein meldur av undurføgrum tónum og ljósi, og sum hann gongur har millum sóljukoppar og tutlandi áarljóð, hyggur hann stundum droymandi umkring seg. Man tað vera ein av sangum Hans Andriasar, hann droymir seg burtur í? Vitjar hann kanska prinsessuna av Bábylon? Ella er hann farin at leiða ta skortlittu kúnna heim til hús, nú hon hevur staðið og beljað so leingi? Ella hoyrir hann kanska ljóðið frá lúðuri Rólants. Hetta ljóð, sum borið er til hansara yvir Atlantshav? Eg veit ikki, men eg vil endurtaka orðini hjá Regini Dahl: “Tað rennur ein á fyri handan garð, og í ánni er erji og síl..”.

   Leggja vit oyrað til og lurta eru mangar søgur at hoyra. Kanska ikki øll hoyra tær, men er sinnið opið og hugflogið ikki doyvt av vanahugsan, kann hetta tutlandi ljóðið frá ánni blandast við sagnir og fornar søgur, og teir sangir og kvæði, vit gerast kend við, kunnu tá fáa eitt brá av heimligum drøgum, hóast tað kanska liggja bæði bjørg og bláar skorar, umframt stór og víð høv og mangar tíðarinnar øldir ímillum hendingarnar og heimstaðin.

  Hugflogið kennir eingi mørk, og sum hesin drongurin fer stetlandi fram við ánni, meðan sólin fagurliga kínir fjøllunum og speglast í áarhyljunum, er tað fyri mær, sum hoyrir hann áartutlið blandast við teir sangir og tær sagnir, hann er vorðin kendur  við. Dagurin er ljósur, og sóljurnar standa í bjørtum blóma. Tað er so mangt hann kann droyma seg burtur í, so tað er ilt at vita, hvar hann júst nú í huganum reikar. Eitt er tó  vist; tað tutlandi ljóðið frá ánni, sangir Hans Andriasar og lúður Rólants vita frá mongum søgum at siga.   

Ferðaliðið úr Tøkum Lætt er nú aftur í Føroyum.

 

Óli A. Reinert á Geilini

(Eg skrivaði hesa hugleiðing fyri nøkrum árum síðani, eitt sindur eftir at Tøkum Lætt hevði verið í Runsival í 2007.)

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...
Du kan lide denne side