Fotoalbum

Vit eru nú komnir niðan í Botn. Her stendur ein varði við gøtuna. Bygdin í baksýni.

Hvílingarfløtan. Skarðið í baksýni.

Hvílingarfløtan. Keldufjall í baksýni.

Kisturnar. Keldufjall og Fugloyggin í baksýni.

Á Garði.

Á Skarðinum. Keldufjall og Fugloyggin í baksýni.

Á eggini fyri norðan Skarðið.

Á eggini fyri norðan Skarðið. Keldufjall og Fugloyggin í baksýni.

Eitt gap í klettinum á eggini fyri norðan Skarðið. Eysturhøvdi í baksýni.

Fyri oman Nónsgjógv.

Fyri oman Nónsgjógv.

Á fløtuni fyri oman Nónsgjógv. Eysturhøvdi í baksýni.

Á eggini millum Gjána. Eysturhøvdi í baksýni.

Norðdalsgjógv. Mølin og Fugloyggin í baksýni.

Norðdalsgjógv.

Norðdalsgjógv.

Norðdalsgjógv sædd úr erva. Kyrt við Eiðið. Mølin og Fugloyggin í baksýni.

Á eggini fyri norðan Norðdalsgjógv. Eysturhøvdi í baksýni.

Á Havnartindi. Eysturhøvdi í baksýni.

Á Havnartindi. Eysturhøvdi í baksýni.

Útsýni av Havnartindi. Mølin og Eysturhøvdi í baksýni.

Útsýni av Havnartindi. Mølin og Fugloyggin í baksýni.

Á Havnartindi. vinstrumegin er Nesið í baksýni, og høgrumegin eru Handansfjøll.

Útsýni av Havnartindi. Mølin og Fugloyggin í baksýni.

Á Havnartindi. Sundaberg í miðjuni.

Havnin sædd úr erva. Tað hvítir ei við klettin.

Á Havnartindi. Her sæst Viðoyggin.

Útsýni inn í Sund.

Grani tekur sær av løttum á tindinum.

Vit eru nú aftur á Skarðinum ávegis oman aftur.

Mjaffasteinarnir.

So eru vit aftur við bøgarðarnar. Ferðin niðan á Havnartind er av á hesum sinni.

Hin 28. august (2008) fóru eg og Grani ein túr niðan á Havnartind. Havnartindur er 587 m. høgur og er hægsta punkt á Svínoynni.  Tað var milt og stilt veður henda dagin, men tó eingin sól. Her eru nakrar myndir frá túrinum.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...
Du kan lide denne side