Í sjóroki og brimduni
Hesa greinina skrivaði eg fyri nøkrum árum síðani, og hon var eina tíð at síggja á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Hin 10. mars (2008) varð hon prentað í Sosialinum, og her er hon so almenn hjá øllum at lesa.



Í sjóroki og brimduni

-nakrar hugleiðingar um Svínoynna-

 

“Tókst hav í miklum harmi,

men høga bergið stóð;

bar hvítan sjógv á barmi

og fram í brimið vóð.”

 

Við hesum orðum endar Hans Andrias Djurhuus yrkingina um deyðastund Gøtutróndar. Hóast mangt kundi verið at sagt um hesa yrking, var tað tó ikki hana, eg í fyrstu syftu ætlaði at umrøða í hesi grein, men hesi orð runnu mær í huga nú ein dagin, eygað var hyggjandi út á Svínoyarvík, har Dragin vóð upp undir hálsin í skúmandi landsynningsbrimi, meðan sjórokið hevjaði seg til skýggja og tók leiðina niðan mót Skúvaskarði. Stinnur stóð hann har, hesin risi í Atlantshavi, og vardi borg mót stormi og hóttandi bylgjum, ið brustu við øgiligum smelli mót  klettinum, so tað dundi í homrum og fjøllum.

   Soleiðis hevur hann staðið í øldir. Í ódn sum í logn hevur hann stinnur og trúfastur borið merki svínoyinga, meðan ættarlið eftir ættarlið av monnum og kvinnum, ið myndað hava bygdarlívið í oynni, er farið undir flag. Á døgum Svínoyarbjarna var oyggin høvdingasetur, og man ikki Bjarni eisini onkra illveðursløtuna hava eygleitt henda risa, sum í hørðum bardaga við veður og vind er farin vaðandi út í brimið við hvítum sjógvi á barmi?

 

Her er ein mynd av Draganum.

Aldagomul er oyggin, og aldagomul er bygdin. Her hava fólk livað sítt dagliga lív í gleði og sorg. Hava røktað haga og bø og verið ein sjálvsagdur partur av føroyskari søgu og mentan. Ja, í farnum døgum taldist bygdin millum tær frægu í landinum og smæddist ikki burtur millum aðrar. Tíðirnar vóru jú øðrvísi. Føroya land var ikki samanbundið við vegum og tunlum, og hóast oyggin lá í sama stað sum nú, minni enn ein fjórðing frá Borðoynni og Viðoynni, so kendist frástøðan fyri nærmastu grannarnar kanska ikki so stór kortini, tí øll livdu jú undir at kalla somu korum, tá farast skuldi millum bygdir. Antin varð farið upp um fjøll til gongu ella  sjóvegis við báti. Av tí sama var tað ikki so stórur munur á hjá fólki av Viðareiði ella innan av landi antin at leggja leiðina út til Svínoyar ella fara til Klaksvíkar. Ja, í mongum førum var tað kanska bæði lættari og skjótari at fara til Svínoyar. Tær tríggjar oyggjarnar, Fugloyggin, Svínoyggin, Viðoyggin og bygdirnar á eystaru síðu á Borðoynni vórðu tí eisini í mongum førum roknaðar sum eitt øki fyri seg, og sæst hetta framvegis aftur í grindabýtinum, tá býtt verður til bygdirnar fyri eystan Múla. (Múlin er norðurendin á Borðoynni)

  Men tíðir broytast. Seinastu 40 – 50 árini hava stórar íløgur verið gjørdar fyri at bøta um samferðsluna í Føroyum. Havnir, vegir og nýggj skip hava gjørt tað munandi lættari at ferðast millum oyggjar og bygdir, og nú er tað ein veruleiki, at tað er bæði lættari og skjótari at fara av Viðareiði til Havnar enn at fara til Svínoyar. Tiltikna ferðin, ið Pætur í Uppsølum á sinni gjørdi úr Klaksvík til Gásadals, tekur nú lítið meiri enn ein góðan tíma í bili, hóast ikki færri enn tríggir firðir eru at fara um. Samstundist má tó ásannast, at tað tekur longri tíð og er mangan bæði truplari og baldrutari at fara úr Klaksvík til Svínoyar, hóast geografiska frástøðan er munandi minni.

   Tað er tí við stórum harmi, at vit, ið varða av Svínoynni, mega ásanna, at teir politikarar, ið valdað hava á Føroya Løgtingi seinastu mongu árini, als ikki hava tikið svínoyingar í álvara, men hava hildið tað verið í fínasta lagi, at meðan onnur skulu sleppa at ferðast Føroya land runt í bili uttan stórvegis hóvasták, skulu svínoyingar og onnur, ið ferðast við Másanum, passa sær løgir millum aldubrotini fyri at sleppa so nøkulunda turrskødd í land ella umborð.

Hóast svínoyingar fyri skjótt 30 árum síðani bóru fram ynski um at fáa gjørt ein tunnil til Havnar (Havnina á Svínoynni, ikki til høvuðstaðin, Tórshavn.) er einki hent annað enn tað, at brimið hevur máað eitt sindur meira burtur av kaikantinum, og Másin nú er farin at leka verri enn nakrantíð.

  Hetta ynski varð borið fram, tí Havnin er kyrrasta pláss á Svínoynni, og um ferjulega varð gjørd har, so var stutt inn í Sund ella inn á Norðtoftir, og fyri tey ferðandi hevði tað verið ein munandi styttri og minni baldrutur túrur, enn tað ofta er á verandi farleið, har tað kann rulla so illa, at mong als ikki hætta sær hesa leið á vetrartíð, ella um tað bara er eitt lítið sindur at í sjónum. Harumframt er tað mangan trupult hjá Másanum at leggja at á verandi lendingum. Sjógvur skolar eisini ofta yvir kaiina, og tí mugu fólk passa sær  løgir fyri at sleppa í land ella umborð. Hetta er ikki nakað, ið eggjar fólki nú á døgum at leita sær til Svínoyar, men hóast tað, so eru fleiri, ið trúliga vitja bygdina, og ber tað boð um, at Svínoy er eitt stað, tey eru góð við.

   Onkur, ið kanska ikki kennir til viðurskiftini í Svínoy, spyr kanska, hví vit ynskja okkum tunnil, tá tað nú eru atløguviðurskiftini, ið eru ein forðan fyri einum góðum ferðasambandi til Svínoyar. Til tað kann eg siga, at Havnin á Svínoynni ikki er so løtt atkomilig frá bygdini av, tí neyðugt er at fara gjøgnum eina líð, og tað tekur umleið ein  tíma at fara hagar til gongu. Tunnulin skal tí gerast fyri at fáa atgongd til Havnina, og er hetta tí ikki øðrvísi enn at gera ein veg millum bygdir. Tað verður bara hildið, at ein tunnil er besta loysnin, tí tað verður sera trupult at gera veg gjøgnum líðina.

   Tað eru nú skjótt 30 ár síðani, svínoyingar fyrstu ferð bóru fram hetta ynski, so tað er als ikki talan um, at svínoyingar nú brádliga eisini eru farnir at tosa um tunnil. Heldur eru tað røddirnar aðrastaðni frá í landinum, ið eru komnar aftaná, men sum hóast tað kortini verða tiknar framum, so svínoyingar og onnur, ið ferðast hesa leið, mugu standa á síðulinjuni og hyggja at, meðan landið aðrastaðni verður uppaftur betri útbygt enn frammanundan. Tað er harmiligt, at Føroya Løgting drálar so leingi við at taka eina avgerð um hesa farleiðina til Svínoyar, tí tað er av alstórum týdningi fyri, at bygdin skal reisa seg aftur. 

   Nýtt løgting er nú valt og nýtt landstýri skipað. Nógv hevur verið tosað um at raðfesta tær íløgur, ið gerast skulu, yvir eitt langt áramál. Tað er kanska skilagott, men eg vil undirstrika her, at er tað nakar, ið hevur bíðað eftir, at Føroya Løgting fær í lag at taka eina avgerð um at bøta um samferðsluna í einum ávísum øki, so eru tað tey, ið ferðast leiðina til Svínoyar. Skulu íløgurnar til at bøta um sambandið til Svínoynna nú aftur skúgvast afturum í røðini, so er tað sum at fáa vátan vøtt í andlitið. Tað tykist tíverri sum um hugburðurin er tann, at alt annað aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið frammanundan er fleiri øldir frammanfyri tað afturúrsiglda sambandið til Svínoyar, fyrst skal útbyggjast enn meira og so kanska, um vit tá hava hug og tíð og ikki longur hava  brúk fyri pengum aðrastaðni, so skulu vit umhugsa at gera okkurt har úti í Svínoy. Er hetta leisturin fyri samferðsluútbyggingum í Føroyum, so verður drúgt hjá okkum í Svínoy at bíða, tí um alt fyrst skal vera gjørt fullkomið alla aðrastaðni, so koma vit at bíða til dómadag – einki er so vist sum tað. (Tá eg sigi, tað verður drúgt, kann eg sjálvandi mistaka meg, tí eg veit ikki nær dómadagur verður.)

   Eg vil tí heita á allar politikarar um at taka viðurskiftini viðvíkjandi samferðsluni til Svínoyar í størsta álvara og skunda undir at fáa framt tær neyðugu íløgurnar so skjótt sum gjørligt, so Svínoyggin framvegis kann vera ein virkin partur av føroyskari søgu og mentan og ikki bara nakað, sum vit kunnu lesa um í bókum.

- - - - -

Másin riggar her til at leggja at við Eiðið. Viðoyggin í baksýni.

Eg havi nú hug at venda aftur til okkara fólkakæra skald úr Havn. Mong løtan er farin við at reika í yrkingum hansara, har tað mangan kemur til sjóndar ein fløvandi alskur til alt, ið rørist í okkara lítla, men kortini fjølbroytna landi - bæði á bygd og í bý. Í seinastuni eru ódnir farnar um landið, so harðar sum sjáldan fyrr. Úr Skálavík frættist frá stórum brimskaða, og í Gøtu leikaðu hvirlurnar í upp á tað harðasta, og vil eg nú tríva í aftur yrkingina, eg byrjaði við, har tað eisini er talan um ódnarveður, tó meiri enn bara á ein hátt. Eg síggi fyri mær ta ódn, ið leikaði á hjá einum gomlum gøtumanni á sinni, og gevi eg nú Áarstovuskaldinum orðið eina løtu:

 

Sat gamalur í Gøtu,                                  Hann hoyrdi íðu róta,

so grátt var hár og skegg,                         sá brim um Mjóvanes,

hann gekk sær eina løtu                            sá ódnarsjógvar bróta

út undir hallarvegg.                                  og rennisúg um fles.

Alt fór at aftna dagur,                               Á hamarsklettum høgu

nærum var sólin sett.                                hekk skaddan vát og grá,

Um firðir fuku glaður,                              bar vestan vetrarkvøðu

og loft var myrkareytt.                              út yvir Gøtu vág.

 

Ov drúgt verður at taka øll ørindini við, men soleiðis sær Hans Andrias fyri sær Gøtutrónda; henda gamla høvding, ið syrgir teir falnu gøtuskeggjar. Svárt kennist tað honum at verða svikin á ellisárum og ikki vera mentur at løna aftur tann nívandi loga, ið bylgist honum í barmi. Einaferð var hann mætur høvdingi við stórum valdi, men nú var eingin, ið vildi rætta honum hjálpandi hond. Í hesum viðfangi kann eg ikki lata vera við eisini at hugsa um móðurbróðir hansara, Svínoyarbjarna, ið sat sum høvdingi í Svínoy fyri meiri enn túsund árum síðani. Tað var hann, ið forðaði fyri, at Sigmundur og Tórur vórðu dripnir eftir orrustuna í Dímun. Tá áttu svínoyingar eina rødd, ið hoyrdist og sum hevði makt og myndugleika, men nú tykjast teir gloymdir av øllum.

Á túvubakka. Her á leið verður hildið, at Svínoyarbjarni hevur havt bústað sín. Her er gott útsýni út á Dragan.

Tað myrknar í havsbrúnni, og eitt æl tekur leiðina inn eftir Svínoyarvík, men Dragin stendur enn líka reystur og letur seg ikki vika av fótum, men herjar á illveðrið. Veður og vindur leika í, og brimdunið buldrar í homrum og fjøllum, men mangt eitt ælið hevur hesin kappi køvt og við treysti stígur hann út í brimið. Aldubrotini strúka honum hvít um hálsvølin, men hann letur ei á sær finnast. Hann er vorðin sáttur við náttúruna. Hetta er hansara stað. Her varð hann settur at standa í ódn sum í logn og bera merki svínoyinga bæði í viðgongd og mótburði, og nú tað dregur samanum, og eygað er um at missa hann burtur í sjóroki, vindi og regni, er tað, sum hoyri eg hann siga við meg, meðan hann stígur út í ódnarveðrið og tað uppøsta Atlantshav, berandi á barmi hvítan sjógv og skúmandi aldubrot: “Ja, har ganga tey, ið valdið hava, á teimum bonaðu gólvunum suðuri í Havn. Sig mær! Munnu tey vita, hvat tað veruliga merkir fyri svínoyingar, at teir hava tokka til heimstaðin, men eingin ønir teimum aftur? -  Vónandi glógvar tað tó í onkrum. – Skriva tú; eg skal taka mær av illveðrinum.”

 

Óli A. Reinert á Geilini

Á veg úr Svínoy. Vit eru her stødd fyri uttan Dragan í betri líkindum. Bygdin og Viðoyggin í baksýni.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...
Du kan lide denne side