Fotoalbum

Á Knúki.

Á Knúki. Fugloyggin í baksýni.

Varðin á Middegi. Keldufjall í sól, og Fugloyggin huld í mjørka í baksýni.

Dragin sæddur úr erva. Nesið og kolblátt hav í baksýni.

Á veg oman gjøgnum Skúvaskarð. Keldufjall í baksýni.

Grani sær heldur smoykin út á hesi myndini, ið er tikin í Skúvaskarði, men eisini hann hevur verið á Knúki og á Middegi.

Tað styttist oman á slætt. Bygdin í sól, og Viðoyggin í baksýni.

Ein steinur í haganum. Bygdin og Viðoyggin í baksýni.

Bygdin droymir í kvøldarsól.

Mjaffasteinarnir.

Á eggini fyri norðan Skarðið. Til høgru er Knúkur. Keldufjall og Fugloyggin í baksýni.

Eitt gap í klettinum á eggini. Fugloyarhálsur í baksýni.

Við gapið í eggini. Eysturhøvdi og fugloyggin í baksýni.

Ein varði við eggina. Heldur ókyrt við Eiðið.

Varðin við eggina. Til høgru er Knúkur, og Eysturhøvdi og Fugloyggin síggjast í baksýni.

Nónsgjógv. Knúkur og Knúksgjógv síggjast í baksýni.

Nónsgjógv sædd úr erva. Knúkur til høgru, og Nesið í baksýni.

Nónsgjógv sædd úr erva. Bygdin og Fugloyarhálsur í baksýni. Sól á Keldufjalli.

Á veg niðan á Eysturhøvda. Til høgru er Fugloy. Kallanes og Viðoyggin í baksýni.

Tað styttist niðan á Eysturhøvda. Keldufjall og Viðareiði í baksýni.

Á Eysturhøvda. Fugloyggin í baksýni.

Á slættanum á Eysturhøvda. Mølin og Viðareiði í baksýni.

Við eggina á Eysturhøvda. Klubbin á Fugloynni dagar undan í baksýni.

Tað er sól á Eysturhøvda. Fugloyggin í baksýni.

Fok við eggina á Eysturhøvda. Hattarvík og Eystfelli í baksýni.

Komin oman aftur á slætt. Frost í Langagrønu, og Handansfjøll í baksýni.

Eg havi havt mangan góðan túrin í haga og á fjøllum, og her eru nakrar myndir, ið eru tiknar á slíkum ferðum.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...
Du kan lide denne side