Fráboðanir og annað!

Á hesari síðuni við fráboðanum og øðrum ætli eg at greiða frá  broytingum, ið gjørdar verða á heimasíðuni, so hvørt sum hon verður dagførd. Her kunnu tit sostatt fáa at vita, um nakað nýtt er lagt út á síðuna, ella um okkurt er tikið burtur, síðani seinastu dagføringina.
  Her vil eg eisini onkuntíð koma við viðmerkingum til tað, tit skriva í gestabókina, og vil eg beinanvegin siga, at eg eri sera fegin um, at tit hava sýnt áhuga fyri síðuni og hava skrivað í bókina. Eg taki fegin við góðum ráðum og fari at royna eftir førimuni at gera síðuna áhugaverda at vitja. 

 

Her eri eg á einari borg í Fraklandi.
Fráboðanir
19. apríl 2012.
Síðan er nú broytt nakrar ferðir, uttan at eg tó havi viðmerkt tað undir hesum teiginum. Myndir eru lagdar afturat og aðrar eru tiknar frá.
   Sum tit kanska hava varnast, so kunnu tær nýggjaru myndirnar á síðuni fylla allan telduskíggjan. Eg haldi sjálvur, at myndirnar tá koma betri til sín rætt ,og tað er áhugaverdari at hyggja at teimum tá.
   Tær eldru myndirnar kunnu harafturímóti ikki síggjast í fullari stødd, og tí er ætlanin so við og við at taka tær av heimasíðuni. Kanska verða summar av teimum lagdar út aftur av nýggjum, so tær kunnu síggjast í fullari stødd, men neyvan verður tað gjørt við allar myndirnar. Tað verða tí mangar myndir, ið fara at hvørva av heimasíðuni, hóast tær hava verið at sæð her líka síðani eg byrjaði við hesum. Vónandi bera tit yvir við mær, at eg geri soleiðis, men alt hevur sína tíð, og mangar av teimum gomlu myndunum kunnu sigast at hava havt sína tíð her á síðuni. 
   Tað er eisini soleiðis, at tað er ymiskt hvussu tíðarbundar myndirnar eru. Onkrar kunnu kanska sigast at vera tíðarleysar og slítast tí ikki í sama mun sum aðrar, ið eru avmarkaðar til eitt ávíst tíðarskeið.
   Eg haldi tað tí vera neyðugt við ávísum broytingum á heimasíðuni, og tað fer altíð at vera neyðugt at taka myndir frá og leggja myndir afturat, um heimasíðan skal  vera áhugaverd.  Eg vil bara gera vart við hetta frammanundan, so tit, sum kanska javnan hyggja inn á heimasíðuna, vita av hesum ætlaðu broytingunum. Tit mugu gjarna taka myndir niður og goyma tær á tykkara egnu teldu, um tit hava hug til tað.
   Eg havi eisini altíð ætlað, at meiri tekstur skal verða at síggja á heimasíðuni. Hetta krevur tó meiri av bæði mær og teimum vitjandi á síðuni, tí helst skal teksturin onkursvegna vera áhugaverdur, og tað er so mín uppgáva at syrgja fyri tí. Uppgávan hjá teimum vitjandi er so at geva sær stundir til at lesa tekstin. Eg veit væl, at tað mangan er lættari at lata myndirnar rulla eftir telduskíggjanum heldur enn at seta seg at lesa ein tekst, men hetta eru nú einaferð treytirnar, og eg vóni, at tað verður ein natúrligur partur av heimasíðuni at síggja hugleiðingar og kanska onkur smátíðindi, sum tey vitjandi kunnu hava gleði av.
   Eg havi annars í dag tikið "jólahugleiðingarnar" av heimasíðuni, tí eg helt, at nú var komið so langt út á várið, at tær ikki longur hóskaðu til árstíðina. Men livst, so verða tær kanska aftur at síggja, tá jólini nærkast.


Her eri eg í Saksun.
Overskrift 1
25. juni 2011. Eg havi í dag lagt nakrar myndir frá í ár út á heimasíðuna. Hesar myndirnar kunnu eisini síggjast í stórum skapi, so tær fylla allan telduskermin.
   Tær eru undir teiginum "Myndir 2011".


17.  februar 2011. Eg havi í dag lagt nakrar myndir út á síðuna, sum eg kalli "Náttúra og annað". Hesar myndirnar kunnu síggjast í stórum skapi, so tær fylla allan skermin á telduni. Eisini havi eg skift forsíðumyndina út.

7. februar 2010.  Eg havi í dag lagt eitt videokut út á heimasíðuna. Havi skift forsíðumyndina út og lagt 2 myndir aftrat undir teigin "Í fjøru, bø og haga."

Jóladagur 2009. Nú er eitt sindur síðani, eg seinast legði myndir út á síðuna, men í dag havi eg tó lagt nakrar myndir frá advent og jólum út á heimasíðuna.

12. august 2009: Eg havi í dag lagt nakrar myndir frá Nordlek út á heimasíðuna.

6. juni 2009: Eg havi í dag lagt eitt videokut við Másanum út á síðuna og eisini nakrar myndir. Tær eru undir teigunum "Myndir úr svínoy 2" og "Í fjøru, bø og haga"

18. mai 2009: Eg havi í dag umskipað síðuna eitt sindur. Nú ber til hjá mær at hava ymsar høvuðsteigar við undirteigum. Við til dømis at trýsta á teigin við myndum úr Svínoy síggjast hinir teigarnir við myndum beint undir honum. Trýsta tit á teigin, har tað stendur forsíða, síggja tit gestabókina o. a.
   Eg havi ikki lagt nakra nýggja mynd út á síðuna í dag, men eg havi heldur ikki strikað nakra mynd. Tó havi eg skift forsíðumyndina út við eina aðra.
  Eg vóni tykkum dámar hetta nýggja sniðið á síðuni, tí tað skuldi gjørt tað lættari at fingið eitt yvirlit yvir teir ymsu teigarnar við myndum , teksti og videokutum.
   Eg eri ikki enn liðugur við hesa umskipanina, so aðrar broytingar eru væntandi.

16. apríl 2009: Eg havi í dag lagt nakrar fáar myndir aftrat út á heimasíðuna. Tær eru undir teiginum "Myndir úr Svínoy".


21 mars 2009: Eg og Grani hava í dag verið á Havnartindi. Veðrið var gott, og eg havi lagt 9 myndir frá túrinum út á heimasíðuna. Tær eru at finna undir teiginum "Í fjøru, bø og haga". Harumframt havi eg lagt 2 myndir aftrat út undir teigin "Myndir úr Svínoy". Ein mynd aftrat er nú eisini at síggja á forsíðuni.


11. mars 2009: Eg havi í dag broytt forsíðumyndina og lagt nakrar myndir aftrat út á heimasíðuna. Tær eru undir teiginum "Veðurfastur".
  Eisini havi eg lagt eitt videobrot við brimi í víkini út á síðuna. Tann teigurin er niðast síðuni.
 

29. desembur 2008: Eg havi í dag lagt
nakrar myndir, sum eru tiknar í november og desember út á síðuna. Tær eru at finna á teiginum, ið kallast "Advent og jól 2008".

3. desembur 2008. Tað er nú nakað síðani, eg seinast dagførdi heimasíðuna, men eg vóni tó skjótt at koma við fleiri myndum og kanska eisini eitt sindur av teksti. Eg havi tó skift forsíðumyndina út við eina vetrarmynd úr Svínoy, og havi lagt 2 aðrar út á síðuna við myndum úr Svínoy. Eisini havi eg royn t at pynta síðuna við eitt sindur av jólastási.  


3. septembur 2008. Eg havi í dag lagt nakrar myndir frá einum túri niðan á Havnartind út á síðuna. Myndirnar eru á einum teigi, ið nevnist "Niðan á Havnartind".


20. august 2008:
Eg havi í dag skift forsíðumyndina út við eina aðra. Eisini havi eg lagt nakrar myndir aftrat út á síðuna, og tær eru at finna undir teiginum "Myndir úr Svínoy 2".
   Eisini havi eg lagt eitt nýtt videokut út á síðuna. Tað er aftur Amalia í hoygging. Hesuferð er hon stødd úti á Bø.

Eg ætli nú eisini, at tær nýggjastu fráboðanirnar hereftir verða at síggja ovast  í hesum teigi við fráboðanum.




Í dag (31. oktober 2007) er ein nýggj síða við myndum frá í heyst løgd út á heimasíðuna. Eisini havi eg valt eina nýggja mynd til forsíðuna, og ætlanin er at koma við øðrum nýggjum skjótt. 

Eg vóni tykkum dámar tær nýggju myndirnar.

2.november 2007: Eitt videokut (Vit runda Dragan) er lagt út á síðuna og eisini nakrar myndir úr Svínoy.
 


21. januar 2008: Í dag eru nakrar myndir, í eru tiknar á valdegnum í Svínoy lagdar út á heimasíðuna. Eisini havi eg skift mynd á forsíðuni.

1. februar 2008. Í dag eru nakrar myndir úr bø og haga lagdar út á síðuna.

2. mars 2008: Í dag eri eg byrjaður við einari síðu við ymiskum hugleiðingum. Ætlanin er at fleiri og fleiri hugleiðingar so við og við verða lagdar út á heimasíðuna.

25. mars 2008:  Í kvøld havi eg lagt eina grein, eg skrivaði herfyri, og sum varð prentað í Sosialinum hin 10. mars, út á heimasíðuna. Greinin nevnist "Í sjóroki og brimduni".

10. apríl 2008: Eg havi í dag lagt nakrar myndir afturat úr Svínoy út á heimasíðuna. Eg havi tó valt at leggja tær á eina nýggja síðu, ið eg nevni "Myndir úr Svínoy (2)".

Eisini havi eg skift forsíðumyndina út við eina aðra.



26. apríl 2008: Eg havi í dag lagt eitt minnisspæl (memory) út á síðuna.

27. mai 2008: Í dag havi eg skift forsíðumyndina út við eina aðra. Harumframt havi eg eisini lagt nakrar myndir afturat út á síðuna. Tær eru at finna undir "Myndir úr Svínoy (2)" og undir "Í fjøru, bø og haga". Eg havi broytt heitið á hesari síðuni til eisini at umfata fjøruna. Áður kallaðist hon bara "Í bø og haga".

Eg havi eisini lagt eitt nýtt videokut út á síðuna. Tað er frá konsertini, ið Tórshavnar manskór hevði í kirkjuni hin 17. mai. 

6. juli 2008: Eg havi í dag lagt nakrar myndir frá útoyggjastevnuni, sum var í mykinesi 28. juni, út á heimasíðuna, og samstundis havi eg tikið myndirnar frá útoyggjastevnuni í Fugloy í fjør av síðuni.



Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...
Du kan lide denne side