Um meg og heimasíðuna
Eg eiti Óli og eri 41 ár, og ætlanin við hesari heimasíðu er at leggja ymiskt tilfar, ið hevur mín áhuga út á alnótina; tað veri seg myndir, yrkingar, greinar og søgur av ymiskum slag, ið vónandi eisini onnur kunnu njóta við gleði. Umframt at vera føroyingur eri eg eisini svínoyingur, og tí fer Svínoyggin og Svínoyar bygd at hava eitt fast pláss á síðuni. Eg eri júst byrjaður við hesum (16. sep. 2007), og tí er ikki enn so nógv tilfar lagt út á síðuna, men eg vóni, at sum frálíður verður meira tilfar av ymiskum slag at finna her.
Her loysi eg fløg til eina flagveltu í Svínoy. Hundurin á myndini eitur Grani.

Nyeste kommentarer

06.12 | 21:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

...
07.12 | 10:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

...
06.12 | 21:56

So satt, so satt íð tú skrivar

...
03.12 | 13:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.

...